- Tallan er um eitt óvanliga stórt talent. Soleiðis skrivar stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen um Óla Mittún, ið verður partur av hópinum hjá Sävehof komandi kappingarár.
- Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur longu briljerað fyri Sävehof gjøgnum tvey kappingarár, og hann hevur ment seg til at vera ein av bestu spælarunum í svensku kappingini. Frá og við komandi kappingarári kemur systkinabarn hansara, Óli Mittún at spæla saman við honum í svarta og gula búnanum. Emil Berggren (Ítróttarstjóri hjá Sävehof) heldur, at Óli Mittún er "eitt heimstalent". Ferðin, skotin, sendingarnar og driblingarnar eru longu har. Og tað er so púra víst, at hann er sera líkur systkinabarni sínum, skrivar Handbollskanalen.
Og so biður Handbollskanalen sínar brúkarar um at hyggja eftir hesum sjónbandsbrotinum, ið teir hava sett saman við brotum frá HSF frá dysti í Hoyvíkshøllini millum H71 og VÍF, ið vísa stóra talentið hjá Óla Mittún:
##med2##











