Handar Mentanarvirðislønir landsins í kvøld

Í kvøld handar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir landsins í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Virðislønirnar í ár eru tríggjar.

Umframt Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 krónur, og Heiðursgávu landsins, sum er 75.000 krónur, handar landsstýrismaðurin eisini eina serstaka virðisløn, sum er 50.000 krónur.

Tiltakið er alment og byrjar klokkan 19.