Hamranes fingið um skrúvuna

Brimil er júst komin á Vág við ísfiskartrolarin Hamranes, sum er heimahoyrandi í Hvalba. Hildið verður, at hann hevur fingið okkurt rekanet um skrúvuna

Tað var á midnátt, at Vørn fekk boðini, at Hamranes hevði tørv á hjálp, tí teir høvdu fingið um skrúvuna. Teir lógu tá á Munkagrunninum saman við Breiðanesi, sum teir partrola við.

Brimil fór avstað, og teir vóru frammi klokkan 6:30 í morgun. Teir hava síðani sleipað Hamranes til Vágs. Sleipibáturin hjá Vágs skipasmiðju, Merkur, sigldi við teimum síðsta strekkið inn á Vág, har teir júst eru komnir, upplýsa teir umborð á Brimli.

Enn er ikki greitt, hvat er komið um skrúvuna, men kavarar fara nú niður at kanna tað.

##med2##