Hampuligur vøkstur næstu árini

Bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, og lønargjaldingarnar, fara at veka 4-5 prosent í ár og næsta ár

Tað verður ein hampiligur vøkstur í búskapinum í ár og næsta ár.

Tað meta Hagstovan og Búskaparráðið.

Síðani Landsbankin varð avtikin, hevur eingin búskaparlig meting verið, men nú hava Hagstovan og Búskaparráðið fingið samstarv í lag um at framrokna ymsar pørtum av føroyska tjóðarroknskapinum.

 

Fyri í ár og næsta ár, vænta tey ein vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni upp á ávikavist 4,6 prosent og 4,3 prosent.

 

Vøksturin fyri lønarútgjaldingarnar verður framroknaður til 5,5 prosent í ár og 4,0 prosent næsta ár

 

- Fyrivarni skulu takast við einhvørjari framskriving, og tess longri fram í tíð framroknað verður, størri er óvissan, siga Hagstovan og Búskaparráðið.

 

Tí eru tríggjar framrokningar gjørdar fyri 2015. Í tí verra førinum verður roknað við einum BTÚ-vøkstri omanfyri 3 prosent.

Við einum vanligum prísvøkstri seinnu árini upp á minni enn 2 prosent, kann tískil væntast ein framhaldandi veruligur vøkstur í búskapinum í 2014 og 2015.

 

Í  ár verður mett, at av BTÚ-vøkstrinum á 4,6 prosent, stava 2,6 prosent frá vøkstri í privatari nýtslu og 0,6 prosent frá vøkstri í almennari nýtslu.

 

Samlaðu privatu íløgurnar verða mettar óbroyttar í ár, aftur ímóti í fjør, men íløgurnar hjá landinum verða mettar at hava eitt ískoyti á 1 prosent

 

Myndin næsta ár líkist myndini í ár, tó heldur vøksturin í íløgunum hjá landinum, ikki fram.

 

Framrokningin vísir, at allir vinnubólkar hava positivt ískoyti til vøksturin í ár og næsta ár.

 

Innan tilfeingisvinnur verður mett, at ískoytið fiskiveiðu er 0,8 prosent og frá alivinnuni 0,5 prosent í ár.

 

Ískoytið til vøksturin í ár frá privatu tænastuvinnunum stavar serliga frá vøkstri í sjóflutningi, 1,5 prosent, og byggivinnuni, 0,7 prosent.

 

Næsta ár verður mett, at ískoytið frá tilfeingis- og framleiðsluvinnum minkar, men vøksturin í privatu tænastuvinnunum í ár, heldur fram næsta ár.