Eitt lágtrýsti yvir Íslandi fer í ein eystan. Sum sunnudagurin líður dýpist eitt lágtrýst vestan fyri Ísland og lýggj luft streymar yvir Føroyar av landsynningi. Týsdagin koma væntandi brúgvaløg við regni yvir Føroyar av suðri og útsynningi.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Seinnapartin leygardagin snarar hann í ein vestan og makar niður í eitt lot til gul til stívt andøvgsul, 5 til 10 metrar um sekundið. Sum frá líður verður turt og út á dagin klárar í. Hitin millum 7 og 10 stig. Leygarkvøldið og sunnunáttina verður lot til andøvsguð av vestri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum snarar í ein landsynningi og út á náttina øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og klárt, men í nátt skýggjað og sum frá líður regn. Hitin niður í millum 3 og 8 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ren, men út á dagin turt og møguliga sólglottar. Hitin um 10 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ei strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ei strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um kvøldið og náttina øtlar upp í ein strúk til hvassan vind, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt, men út á náttina fer at regna. Hitin um 10 stig.
Týsdagin verður ein strúkur upp í hvassan vind av landsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mikudagin verður ein strúkur upp í hvassan vind av landsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, sum sum frá líður makar niður í lot til andøvsgul og snarar í ein útsynning, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn, men sum náttin líður klárar í. Hitin um 10 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og møguliga sólglottar. Hitin um










