Hampiligur fiskiskapur undir Eysturgrønlandi

Rækjuskipini skerja manningartalið fyri, at manningin skal fáa meira burtur úr. ? Men hetta gevur minni til skipið, tí yvirmannapartarnir verða so mikið størri, sigur Kjartan Joensen, reiðari

Í løtuni eru fýra føroysk rækjuskip undir Eysturgrønlandi; tey eru Hvilvtenni, Ocean Castle, Sólborg og Fuglberg.
Sosialurin hevur spurt Kjartan Joensen í Leirvík, hvussu gongst hjá Hvilvtenni, sum fór úr Føroyum, 4. desember.
Fingu 35 tons í síðstu viku
? Vit høvdu eina restkvotu uppá 160 tons, og hana fiskaðu vit til nýggjárs. Nýggja kvotan hjá okkum fyri 2002 er 230 tons, og tað er hana, vit royna at fiska nú, so ikki verður neyðugt at fara tvær ferðir til Eysturgrønlands at fiska tað, vit eiga har yviri.
Sum skilst á reiðaranum, er fiskiskapurin undir Eysturgrønlandi hampiliga góður í løtuni, men alt avhongur av, hvussu rækjurnar eru.
? Hvilvtenni fekk 35 tons í síðstu viku, og tað er ein brúkilig vika, um slagið er gott. Spurdur, um rækjurnar eru ymiskar á leiðini, sigur Kjartan, at á somu leið, eru rækjurnar vanliga ikki misjavnar, men verður neyðugt at flyta, tí fiskiskapurin minkar, er ikki vist, at líka góðar rækjur fáast, har fiskiskapurin tekur seg uppaftur.
? Á leiðini við Kappan fáast t.d. bara smáar rækjur, og tær geva lítið í peningi, sjálvt um fiskiskapurin er góður, vísir Kjartan Joensen á.
Færri mans
Nær væntast kann, at Hvilvtenni verður liðugur við sína kvotu í Eysturgrønlandi, er vónleyst at siga, heldur reiðarin.
Nýggi Hvilvtenni, sum er eitt gott og stásiligt skip, fór sín fyrsta túr, 15. oktober ár 2000, og Kjartan dylur ikki, at tað er tungt at reka eitt tílikt skip í dag.
? 20 mans hava verið við skipinum hvønn túrin, men nú eru teir bara 18. At manningartalið nú er minni, kemst av, at menn halda, at úrtøkan er ov lítil. Tað er ov lítið at býta.
Kjartan Joensen vísir tó á, at skipini sigla undir einum bruttosáttmála sum merkir, at reiðarríið færr minni burtur úr, tá ið manningartalið minkar, tí yvirmannapartarnir verða somikið størri.
? So, hetta er eitt stig, ið burtur av tænir manningini, um teir annars eru sinnaðir at arbeiða meira, nú teir eru færri mans umborð, sigur reiðarin.




? Hvilvtenni fekk 35 tons í síðstu viku, og tað er ein brúkilig vika, tá ið slagið er gott, sigur reiðarin, Kjartan Joensen