Í dag seldi Fiskamarknaðurin fisk frá trimum línuskipum, sum høvdu verið á Íslandsrygginum, og einum, sum roynir undir Føroyum. Tað mesta, tey høvdu, var toskur, blálonga og nakað av svartkalva.
45 tons vóru av toski, men prísurin var lágur. Toskur II fór fyri 16,82 krónur í meðal, toskur III fyri 15,15 krónur og toskur IV fyri 13,55 krónur fyri kilo.
Skipini høvdu góð 30 tons av blálongu, og prísurin var hampiliga góður. Øll blálongan fór fyri 9,61 krónur fyri kilo. Tey høvdu eisini eini átta tons av brosmu, sum eisini fekk hampiligan prís - millum 9,32 krónur og 9,69 krónur fyri kilo.
Svartkalvin fekk góðan prís í dag. 12 tons vóru á uppboðssøluni, og tey fóru fyri 31,86 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 100 tons í dag fyri 1.540.000 krónur.