Semja
Verkfallið, sum hevur rakt strandfaraskipini, vaktar- og bjargingarskipini eins og Magnus Heinason, var av, tá semja varð undirskrivað mikumorgunin klokkan knapt hálvgum eitt. Góðan hálvan tíma seinni fór vaktarskipið Tjaldrið út um molan. Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum kundi ynskt meira til smærru strandfaraskipini, meðan landstýrismaðurin við fíggjarmálum staðfestir, at semjan var dýrari, enn hann ætlaði.
Semjan gevur limunum í Skipara- og Navigatørfelagnum eina lønarhækking upp á 7% tann 1. mars í ár, og eina hækking upp á 2,5% tann 1. mars komandi ár. Umframt verða vaktargjøldini hækkað samstundis.
Skipararnir í bólki I á vaktar- og bjargingarskipunum eins og á strandfaraskipunum fáa eina viðbót upp á 7.500,- krónur um mánaðan aftur at føstu lønini, og um broytingar verða gjørdar í arbeiðs- og vaktarskipanini, sum munandi broyta føstu viðbótina hjá stýrimonnunum, verða samráðingar millum partarnar um broytingar í nevndu viðbót.
Ymsar umflokkingar eru eisini gjørdar, eins og skiparar og stýrimenn á vaktar- og bjargingarskipunum eru vorðnir tænastumenn.
Eitt sindur av ósemju hevur staðist um eina dagfesting, sum skuldi avgera, nær ein seravtala kom í gildi. Tann dagurin er nú settur til at vera, tá ein gerðarættur hevur viðgjørt nevnda mál, ella í seinast lagi tann 1. juli í ár.
Bæði Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Karsten Hansen, landstýrismaður við fíggjarmálum, siga, at teir kunu liva við sátmálanum, hóast teir hvør í sínum lagi kundu hugsað sær okkurt øðrvísi.
Karsten Hansen fegnast um, at verkfallið er liðugt, men sigur samstundis, at semjan er dýrari enn hann hevði vónað, at honn fór at verða.
?Vit hava gjørt sáttmálar við almenna arbeiðsmarknaðin upp á 9,5 prosent, meðan hendan semjan er heldur dýrari enn tað, við tað, at ymsar seravtalur hanga við, samstundis sum generella lønarhækkingin er 9,5 prosent, sigur Karsten Hansen.
Ellintur Abrahamsen staðfestir, at felagið hevur fingið somu lønarhækking, sum onnur hava fingið, umframt eina bólking, sum treytað verður av einum gerðarrætti.
Hann fegnast mest um, at tænastumannasetaninar eru komnar upp á pláss, eins og hann nevnir, at nú eru yvirmenninir á vaktar- og bjargingarskipunum báðum líkastillaðir.
Hinvegin er hann ikki nøgdur við, at teir ikki fingu lyft tey smáu strandfaraskipini hægri upp. Tey eru til dømis Barsskor, Másin og Ritan.
?Vit høvdu vónað, at teir fóru at hava eitt sindur av samkenslu við teimum, men har var einki at heinta, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
Hann sigur, at teir beinanveg, skrivað var undir, ringdu til fleiri av limum sínum og boðaðu frá, at nú er klárt at sigla.
Vaktar- og bjargingarskipini fóru út beinanveg, og formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum væntaði, beint eftir at hann hevði skrivað undir, at strandfaraskipini fóru at sigla eftir ferðaætlanini beinanveg mikumorgunin.