Hampilig útlit hjá hotellunum

Á hotellunum kring landið hava tey hampiligar vónir til komandi summarið. Fleiri fyrispurningar eru komnir í ár, enn teir vóru um somu tíð undanfarin ár, siga tey

Hotellini kring landið siga frá góðum vónum fyri summarið, sum stendur fyri durum.

Nú vit eru farin inn í mai, fara summargestirnir so smátt at gera vart við seg.

Á Hotel Eiði er ikki latið upp aftur enn, hóast vanligt hevur verið at byrja fyrsta mai. Hans Petur Poulsen, stjóri, sigur, at okkurt skeið, sum varir vikuna út, er á hotellinum í løtuni, og hann hevur valt at gera tað liðugt, áðrenn hann letur uppaftur.

Hans Petur sigur, at hann hevu hampiligar vónir til summarið. Sum enn sær út, verður tað helst ein rólig byrjan, sum hann tekur til, men seinni á sumrinum sær betri út. Veitslur og eisini liggjandi gestir, sigur hann.

Annars sigur Hans Petur Poulsen, at skeiðvirksemið er vorðið ein góð inntøkukelda hjá hotellinum.

Á Hotel Norð á Viðareiði er nýggjur vertur júst byrjaður. Tað er Elisabeth Nybo, sum hevur leigað hotellið, Hon er kokkur og fer sjálv at taka sær av teirri síðuni. Annars eru vanliga eini fimm fólk til arbeiðis har á hotellinum um summarið, sigur hon. Um vikuskiftini, tá brúdleyp og tílíkt er, stendur heldur ikki á at fáa fólk.

Elisabeth Nybo sigur, at hon skal ikki klaga. Fleiri bíleggingar eru komnar. Og hon fegnast um, at tað er líkt til, at fólk hava funnið hotellið á Internetinum.

Umframt vanligu ferðafólkini eru eisini skeið og veitslur umbiðin í summar.

Leygarkvøldið verður mótasýning á Hotel Norð, har klædnahandlar í Klaksvík fara at vísa fram.

Á Hotel Øravík siga tey, at tað sær út til at fara at byrja spakuliga. Onkur bólkur hevur bílagt til summarið, men ikki serliga nógv enn. Tó meta tey, at tað er á leið tað sama, sum í fjør. Kanska betri, verður lagt aftrat.

Annars halda tey ikki, at fólk eru so tíðliga úti, tá talan er um bíleggingar har suðuri.

Á Hotel Vágum er hinvegin gongd í. Har verður sagt, at undirtøkan tykist betri enn bæði í fjør og fyrraárið.

Tað eru fólk, sum hava verið í Føroyum eina tíð, sum vitja hotellið, áðrenn tey fara avstað aftur, sigur Kári Hentze á Hotel Vágum.

Hann sigur, at líkt er til, at tað eru tiltøkini hjá Ferðavinnuni í Vágum, sum ferðafólkini fara til. Gongutúrar, siglitúrar og tílíkt.