Hammond klár til enn eitt skeið

Aleqa Hammond verður á vallistanum, tá grønlendarar skulu velja umboð til Fólkatingið

Fyrrverandi landsstýrisformaðurin og núverandi fólkatingslimur Aleqa Hammond verður millum valevnini, tá grønlendarar seinni í ár skulu velja umboð til Fólkatingið. Tað er greitt aftaná, at grønlendski flokkurin Nunatta Qitornai í dag boðaði frá, at Aleqa Hammond verður ein av trimum valevnum hjá flokkinum. Tað skrivar grønlendski miðilin KNR.


- Nunatta Qitornai sær mandatið hjá Aleqa Hammond í Fólkatinginum og Inatsisartut sum ein fyrimun vegna hennara royndir og handahógv. Hon megnar at seta dagsskránna og fáa til vega neyðuga ávirkanina til frama fyri Grønland, skrivar Vittus Qujaukitsoq, formaður í Nunatta Qitornai, í samband við fráboðanina at Aleqa Hammond stillar uppaftur.


Í hesum valskeiði hevur grønlendski fólkatingslimurin verið partur av parlamentariska grundarlagnum hjá stjórnini, men tað merkir ikki, at hon er bundin til bláa blokkin aftaná valið.


- Flokkurin vil ikki frammanundan peika á samstarvsfelaga ella uppskot til forsætisráðharra, staðfestir formaðurin.


Aleqa Hammond gjørdist stóri vinnarin á fólkatingsvalinum seinast, tá hon fekk 3.759 atkvøður. Óvist er tó, um hon kann vænta somu undirtøku, tí til parlamentsvali seinast fekk hon einans 171 persónligar atkvøður.