Tungmálmsbólkurin Hamferð fær rúmd í desember útgávuni av blaðnum Metal Hammer. Talan er um týsku útgávuna av blaðnum, ið má metast sum eitt av stóru bløðunum á sínum øki, um ikki tað størsta.
Hamferð gav herfyri útgávu út, og er hon væl móttikin, sigst, bæði her heima og úttan fyri landoddarnar.
Hamferð er í Danmark í løtuni og fyrireikar seg til at fara á konsertferð.
Ferðaætlanin sær soleiðis út:
23.11 - Delft(NL) @ Flora Theater w. Akelei
24.11 - Paris(FR) @ Le Klub
25.11 - Pratteln(CH) @ Galery
27.11 - Nürnberg(DE) @ Hirsch w. Corvus Corax
28.11 - Köln(DE) @ Essigfabrik w. Corvus Corax
30.11 - Wien(AT) @ Szene Wien w. Corvus Corax
03.12 - Siegen(DE) @ Vortex
04.12 - Hamburg(DE) @ Markthalle w. Amorphis
06.12 - Aarhus(DK) @ Radar w. Hatesphere