Størsti prentaði tungmálms miðilin Metal Hammer, hevur sett sjóneykuna á føroyska dómamálmsbólkin Hamferð í nýggjastu útgávuni.
Hamferð gera seg í løtuni klárar at fara undir konsertferð í Evropa í sambandi við, at fløgan Evst kom út á altjóða marknaðin í farnu viku.
Ummælini hava verið sera góð, og ummælið í týsku útgávuni av Metal Hammer er einki undantak. Bólkurin fær fimm av sjey møguligum stjørnum. Ummælarin skrivar, at Evst er 45 undurfullir minuttir, ið fleiri longu meta sum ársins debut. Ikki eiti á skoðsmál.
Umframt ummælið er eisini samrøða við føroyska bólkin, ið enntá er nevndur á forsíðuni á blaðnum.
Konsertferðin hjá Hamferð byrjar í Delft í Hollandi leygarkvøldið og endar 6. desember í Århus, tá hevur leiðin gingið gjøgnum Frakland, Týskland, Eysturríki, og Tjekkia.