Hamferð og Skálmöld fara á ferð til Heljar

Føroyski dómadagsmálmsbólkurin »Hamferð« og íslendski víkingamálmsbólkurin »Skálmöld« fara á konsertferð saman í tvær vikur í juli 2011. Konsertferðin ber heitið »Ferðin til Heljar«. Fyrsta vikan av konsertferðini verður hildin í Íslandi, har konsertir vera í Reykjavík, Húsavík og á Eistnaflug festivalinum í Neskaupstaði. Tann seinna vikan verður í Føroyum, har báðir bólkarnir spæla á Tvøroyri, í Tórshavn og á G! Festivalinum í Syðrugøtu.

 

Hamferð varð stovnað í Føroyum á heysti í 2008. Debutfløgan hjá teimum, Vilst er síðsta fet, varð útgivin gjøgnum Tutl í desembur 2010. Debutfløgan hevur fingið sera góð ummæli úr øllum heiminum, og bólkurin hevur umframt tað eisini fingið sera góð ummæli fyri sínar liveframførslur. Í desembur 2010 vann Hamferð heiðurin sum ársins nýggi bólkur á Planet Awards. Hetta er fyrstu ferð, sum Hamferð fer at framføra sín tónleik á palli uttanlands.

 

Íslendski víkingamálmsbólkurin Skálmöld, sum eisini góvu debutfløgu út gjøgnum Tutl í desembur 2010, hava gjørt nógv um seg í Íslandi tað seinasta hálva árið. Debutfløgan, Baldur, hevur í einum tíðarskeiði verið mest seljandi fløga í Íslandi. Skálmöld hevur fyri stuttari tíð síðani undirskrivað ein fløgusáttmála við Napalm Records, har m.a. Týr hava útgivið ígjøgnum. Teir skulu spæla á Wacken Open Air 2011, sum er heimsins størsti tungmálmsfestivalur, og teir fara á Heidenfest konsertferðina á heysti 2011. Hetta er við øðrum orðum ein bólkur á høgum altjóða støði sum ivaleyst fer at gera uppaftur meira um seg í framtíðini!

 

Finski fotografurin Eija Mäkivuoti, sum fyrr hevur verið á konsertferð við Sic, verður við sum partur av konsertferðini. Hon fer at dokumentera konsertferðina og gera eitt myndlistarligt projekt grundað á konsertferðina og tónleikin hjá báðum bólkunum.

 

Heitið »Ferðin til Heljar« varð valt sum heiti eftirsum tað merkir tað sama á føroyskum og íslendskum, og tað symboliserar brøðraskapin og felags mentanararvin, sum er millum tjóðirnar.

 

Konsertirnar á konsertferðini eru:

5. juli - Sódóma, Reykjavík(IS), tvær konsertir

6. juli - Verður kunngjørt seinni, Húsavík(IS)

7.-9. juli - Eistnaflug 2011, Neskaupstaður(IS)

12. juli - Seglloftið, Tvøroyri(FO) (við Incurse)

13. juli - Perlan, Tórshavn(FO) (við The Apocryphal Order)

14.-16. juli - G! Festival, Syðrugøta(FO)

 

 

www.myspace.com/hamferd

www.myspace.com/skalmold

www.eijamakivuoti.net

www.eistnaflug.is

www.gfestival.fo