Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og andstøðupolitikarin og fyrrverandi verjuleiðarin, Benny Gantz, hava í kvøld gjørt viðmerkingar úr Tel Aviv um støðuna eftir Hamas-álopini á Ísrael.
- Vit berjast ímóti einum felags fígginda, sum er verri enn IS, sigur forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.
Andstøðupolitikarin og fyrrverandi verjuleiðarin, Benny Gantz, sigur, at hann og forsætisráðharrin standa saman, øksl um øksl, og hetta er ein fráboðan til felags fíggindan.
- Tað er ein tíð til frið og ein tíð til kríggj. Hetta er ein tíð til kríggj, segði Benny Gantz.
Eisini virkandi verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, var við á fundinum í kvøld.
- Vit vilja oyða Hamas av jarðarskorpuni. Hamas verður burtur, segði hann.
Í einari felags útsøgn siga Benjamin Netanyahu og Benny Gantz, at eitt krígsráð skal skipast við fimm limum, sum skal meta um, hvussu Ísrael skal fremja kríggið móti Hamas.











