Hamas kann góðtaka frið við Ísrael

Verður ein friðaravtala við Ísrael góðkend á palestinskari fólkaatkvøðu, er Hamas til reiðar at viðurkenna avtaluna Tað sigur fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter, sum hevur verið í Sýrialandi og Egyptalandi og tingast við umboð fyri Hamas.

-Hetta merkir, at Hamas fer ikki at seta seg upp ímóti royndunum hjá Mahmoud Abbas at fáa eina semju við ísraelsmenn, og at Hamas er til reiðar at góðkenna úrslitið, um palestinar taka undir við tí á einari fólkaatkvøðu, sigur Carter við ísraelska blaðið Haaretz.

Ísraelska stjórnin er so misnøgd við, at Carter hevur tingast við Hamas, at Ehud Olmert, forsætisráðharri, hevur sýtt fyri at hitta fyrrverandi amerikanska forsetan.