Í morgin – mikudagin – spælir kvinnulandsliðið fyrsta dystin í Challenge-Tropy kappingini. Hesin verður móti Estlandi, og tað kann væl vísa seg at gera ein hampuliga trupul uppgáva.
Og uppgávan gerst ikki minni trupul av, at Jakob Jónsson, landsliðsvenjari, í løtuni hevur stórt høvuðbrýggj av, hvønn ella hvørjar spælarar hann skal brúka á vinstra bakki.
Annika Ljósstein hevði ikki arbeiðsumstøður at fara við, meðan Jacklin Durhuus av persónligum ávum noyddist takka nei, og tí er einasti náttúrligi bakkurin í løtuni Durita Ljósstein. Hartil hevði venjarin vónað, at Joan Midjord Djordjevic eisini kundi røkja tað plássið, men enn hevur hon ikki gjørt nakað sum helst við venjingarnar, tí skaðin, sum hon fekk í triðja finaludystinum móti Neistanum, enn ger um seg. Og møguliga er talan um somikið álvarsligan skaða, at hon heldur ikki er tøk í morgin.
Og heilt illa stóð til í gjár, tá Durita Ljósstein legðist at spýggja eina løtu. Talan tóktist tó ikki at vera um veruliga sjúku, men heldur um eitthvørt, sum hon hevði etið. Og hóast nakað avmaktað, so fekk hon verið við til venjingardystin, sum kvinnurnar spældu móti Tårnby.
Tungar sum blýggj
Júst tann dysturin prógvaði annars væl og virðiliga, at strævnu finaludystirnir hjá Stjørnuni og Neistanum, ið til samans eiga 10 av teimum 15 í hópinum, enn sita í beinunum á spælarunum.
Tårnby er kanska ikki nakað heilt vánaligt lið. Men undir vanligum umstøðum vildi avbjóðingin ikki verið størri enn so, at eitt lið við bestu føroysku spælarunum skuldi vunnið tryggan sigur.
Tað gjørdu okkara tó ikki í gjárkvøldið. Eftir 13-12 leiðslu í hálvleikinum vann Tårnby 27-22. Fyrst og fremst, tí okkara kvinnur framdu eitt ótal av tekniskum villum, eins og tær í verjuni høvdu ógvuliga ilt við at flyta seg nóg skjótt.
Báðir hesir lutir verða tó uttan iva betraðir undan mikukvøldinum. Partvíst fáa spælararnir enn tveir dagar at hvíla seg í, og mentalt er lítil ivi um, at kvinnurnar eru meira uppsettar til ein landsdyst, heldur enn til dyst móti liði úr triðju bestu donsku deildini.