Halt teg til evnið Eirikur

Helgi Abrahamsen

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, reageraði júst soleiðis, sum eg roknaði við at hann fór at gera, tá hann sá mína viðmerking til eina grein, sum stóð í Sosialinum leygardagin. Hann bleiv firtin, og kom við einum aftursvari í sama blaði.

Men ístaðin fyri at svara tí sum eg segði í greinini, so skuldsetur Eirikur meg fyri at meina bæði eitt og annað, sum eg annars ikki havi úttalað meg um. Tað sær eisini út sum, at hann hevur misskilt ein part av greinini – men lat tað fara.

Tað sum eg gjørdi viðmerkingar til, var at ein blaðmaður á Sosialinum brúkti millum annað skemtiteigin á heimasíðu Sambandsfloksins sum eitt slag av “prógvi”, tá hann skuldi staðfesta uppáhaldið um, at “deyðarevsing livir enn í Sambandsflokkinum”. Hetta haldi eg vera sera óhóskiligt fyri eitt blað, sum annars roynir at vera seriøst. Hvørjar aðrar keldur blaðmaðurin brúkti, blandaði eg meg ikki uppí. Eg blandaði meg heldur ikki uppí, hvørja niðurstøðu hann kom til.

Eirikur sigur, at eg komi ikki til essensin í greinini, men tað var við vilja. Eg vildi sum sagt ikki blanda meg uppí málið annars, men vildi bara gera nakrar viðmerkingar um tað at brúka eina skemtisøgu sum keldu.

Hóast greinin hjá Eiriki helst skal fatast sum eitt slag av aftursvari til mín, so sigur hann ongastaðni, um hann heldur tað vera í lagi, at eitt blaðfólk brúkar eina skemtisøgu (sum blaðmaðurin enntá hevði misskilt) sum “prógv” fyri síni søgu. Eg fari tí at heita á Eirik um at siga sína erligu meining um hetta: Er ein misskilt skemtisøga ein góð kelda, ella ein vánalig kelda?

Somuleiðis vil eg spyrja henda spurningin: Um skemtiteigurin á heimasíðu Sambandsfloksins prógvar, hvat Sambandsflokkurin stendur fyri, prógva skemtitekningarnar í Sosialinum so eisini, hvat Sosialurin stendur fyri?

Um ein skemtisøga um ein politikara, sum skrivar um deyðarevsing merkir, at flokkurin sum eigur heimasíðuna tekur undir við deyðarevsing, kann ein skemtitekning í Sosialinum sum ímyndar eina avrætting so eisini merkja, at Sosialurin tekur undir við deyðarevsing?

Eg veit, at tað er ikki lætt at svara hesum spurningunum, tí hetta er sum at kasta við gróti, meðan ein býr í glashúsi. Men gott í teg Eirikur, royn kortini. Ikki tosa uttanum og brúka ikki aftur orkuna til at leggja meg undir at siga nakað, sum eg ikki havi sagt.

Við vón um eitt skjótt og greitt aftursvar.