Føroyska Hallveig Hansdóttir tekur lut í framsýningini, Pathway to Abstraction, í Agora Gallery í New York um ársskiftið. Framsýningin letur upp 23. desembur og er opin til 15. januar.
- Ein og hvørt listafjeppari, sum dámar hugvekjandi listaverk og at møta evnaríkum og áhugaverdum listafólki, verður eggjaður at koma, skrivar fyriskiparin.
Í tíðindaskrivinum frá fyriskiparanum verður víst á, at listin hjá Hallveig Hansdóttir er sum ein reaktión á ótrúliga veðurlagið í Føroyum. Málningarnir hjá Hallveig vísa eitt viðbrekið samfelag, tætt knýtt at náttúruni.










