Vendsyssel FF við Halli Hanssyni og René S. Joensen á liðnum er framvegis á uppflytingarkós í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í dag vann Vendsyssel FF góðan sigur á útivølli í oddauppgerð ímóti AC Horsens. Sjálvsálitið hjá heimaliðnum var annars stórt, tá dysturin fór í gongd á Casa Arena, tí undan tapinum í dag hevði Horsens ikki tapt í níggju dystum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Sigursmálið hjá Vendsyssel FF kom longu í fimta minutti, tá málverjin hjá Horsens kom skeivt út í brotsteiginum, og Mads Greve hjá Vendsyssel var ikki seinur at taka av, og beina bóltin í málið til 1-0, sum gjørdist einasta málið í dystinum.
Í 33. minutti hevði Hallur Hansson eitt rimmarskot ímóti málinum hjá Horsens, sum fór beint uttanfyri málrammuna. Átta minuttir undan leikloki kom Hallur aftur til ein stóran málmøguleika í brotsteiginum hjá Horsens. Tíverri fyri Hall bleiv skotið avrættað, og smeyg sær beint uppum yvirleggjaran.
Heimaliðið hevði tó eisini stórar málmøguleikar, og blaðið "Nordjyske" viðgongur, at tað var talan um ein sigur, har marginalarnir koppaðu til Vendsyssel FF. Hallur Hansson spældi allan dystin á tamb. René S. Joensen var skiftur út, tá 75 minuttir vóru farnir av dystinum. Stóra talentið, Meinhard E. Olsen var í hópinum hjá Vendsyssel FF, men fekk ikki spælitíð í dag.
Vendsyssel liggur nú væl fyri í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, har trý lið flyta upp. Vendsyssel liggur, sum nummar tvey við 25 stigum, og eru fýra stig niður til fjórða plássið, sum ikki gevur uppflyting upp í superliguna.
Komandi hóskvøld verður ein rimmar føroyingauppgerð í Hjørring, tá Vendsyssel FF tekur ímóti Vejle. So er at vóna, at Hallur Hansson, René S. Joensen hjá Vendsyssel, og Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson hjá Vejle, allir verða at síggja á vøllinum tá.