Hallur umhugsar framtíðina

Sáttmálin við AC Horsens gongur út við endan á hesum árinum.

Sáttmálin ímillum føroyska landsliðsleikaran, Hall Hansson, og danska felagið, AC Horsens, gongur út við endan á hesum árinum, og framvegis er ikki nakar nýggjur sáttmáli undirskrivaður.


Hallur sigur við lokala blaðið í Horsens, Horsens Folkeblad, at hann væl kann ímynda sær at halda fram í felagnum, og at tað helst verður nýtt at frætta um ikki so langa tíð.


- Eg kann ikki siga so nógv í løtuni. Eg blívi helst skjótt klókari, sigur Hallur við blaðið.


- Men eg kann siga so mikið, at eg tosi við AC Horsens, og at eg væl kann ímynda mær at halda fram í felagnum, sigur hann víðari.


Av tí at sáttmálin gongur út við endan á hesum árinum, so kann hann í summar, um nýggjur sáttmáli ikki er undirskrivaður til ta tíð, frítt samráðast við onnur feløg.


Hallur Hansson spældi við í 2-1-tapinum ímóti OB í gjár, har hann fekk tvey gul kort og varð útvístur. AC Horsens er nummar níggju í Superliguni, tó einans eitt stig frá 5. plássinum og trý stig frá 3. plássinum.