Hallur stríddi seg til stig í Lyngby

Superligan: AC Horsens er í tungum sjógvi og hvørt stig er stóran týdning

Tað var sannur botngýsari, tá AC Horsens í gjár var á vitjan í Lyngby. Liðini liggja greitt niðast á stigatalvuni og tað er eisini støðan, eftir at tey spældu 1-1.

AC Horsens kom á odda longu eftir 11 minuttir, tá Bjarke Jacobsen tætt undir málinum kundi stúta bóltin í málið, eftir hornaspark. Tíggju minuttir fyri hálvleik javnaði heimaliðið við beinleiðis frísparki, sum bleiv sent síðuna, sum málverjin eigur at verja. Slíkt hevur AC Horsens ikki rað til í løtuni.

Í seinna hávleiki høvdu liðini hvør sín stóra málmøguleika, men í báðum førunum bjargaði málverjin. AC Horsens er aftast í Superliguni við trimum stigum og eini málúrtøkuni, sum er minus 12. Lyngby hevur somuleiðis trý stig, men hevur betri málúrtøku. Tað eru fýra stig upp til Randers FC.

##med2##