Hallur spælir í fýra londum

Countrysangarin hevur nógvar framførslur í summar

Countrysangarin Hallur Joensen skal í summar og heyst hava framførslur í fýra londum.

Hallur Joensen hevur sum vera man fleiri framførslur í Føroyum, og boð eru eisini eftir væl umtókta countrysangaranum í Danmark, Íslandi og Hetlandi.

Nú bygdamenninir hjá Halli Joensen í Klaksvík halda norðoyastevnu um vikuskiftið, skal Hallur spæla í Hallskov í Danmark. Seinni skal hann eisini hava framførslur aðrastaðni í Danmark – á festivalum, stevnum og privatum tiltøkum.

Hallur Joensen spælir á hvørjum ári í Hetlandi, og hann verður aftur í ár við á Shetland Country Music Club, sum verður hildin í september mánaði. Eisini skal Hallur spæla á countrystevnu í Íslandi í september.

Í Føroyum verður møguleiki at hoyra Hall Joensen spæla á eitt nú Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági hálvan juni og á Harmonikkutreffi í Fuglafirði í august.