Hallur skoraði og bleiv taklaður av vøllinum

AC Horsens og Hallur Hansson eru í stórformi, men landsliðsspælarin mátti av vøllinum

AC Horsens vann í dag 2-1 á Esbjerg fb, sum longu er flutt niður úr Superliguni hetta kappingarárið. Føroyski Hallur Hansson spældi fyrstu 42 minuttirnar av dystinum, áðrenn hann bleiv taklaður av vøllinum.

##med4##

Áðrenn ógvusligu taklingina megnaði føroyski landsliðsspælarin at leggja AC Horsens á odda 1-0. Tað gjørdi hann eftir upplegg frá unga Jesper Kjær. Nakrar fáar metrar frá málinum rendi Hallur Hansson uttaru síðuna av fótinum á bóltin, sum fór millum beinini á málverjanum og í mál.

##med3##

Esbjerg fb javnaði bara minuttir seinni. Í seinna hálvleiki bleiv Simon Okosun leysur í vinstru og skoraði til 2-1 til gulu gestirnar úr Horsens. AC Horsens hevur enn møguleikan at koma í Evropa, men vegurin er langur.

##med2##

AC Horsens er, nú tað manglar ein dystur í hesum umfarinum, nummar eitt í niðurflytingarbólki 2. Nummar eitt og tvey í niðurflytingarbólki 2 møta nummar tvey og eitt í niðurflytingarbólki 1. Síðani møtast vinnararnir av teimum uppgerðunum og vinnari av finaluni í niðurflytingarspælnum sleppur at spæla ein dyst á útivølli móti nummar trý í meistarabólkinum. Vinningurin er eitt pláss í Europa League.

Also skal AC Horsens fyrsta spæla tveir dystir í núverandi bólkinum, fyri at finna útav um teir ella Randers FC blíva nummar eitt ella tvey. Síðani skal AC Horsens vinna uppgerðina móti liðinum teir møta úr niðurflytingarbólki 1, hartil skal AC Horsens síðani vinna aftur í finaluni í niðurflytingarstríðnum. Ikki fyrr enn teir dystirnir eru vunnir, so sleppur AC Horsens at spæla um at koma í Evropa.