Hallur Joensen fer í august at innspæla sangir til sjeyndu útgávuna hjá sær. 12 sangir skulu spælast inn. Eitt tøkulag verður á útgávuni, meðan restin er nýskrivað.
Aftur hesaferð samstarvar Hallur Joensen við framleiðaran og sangskrivaran Jákup Zachariassen, sum hevur skrivað løgini til størru helvtina av sangunum. Hallur hevur sjálvur skrivað trý av løgunum. Hesaferð roynir Jákup Zachariassen seg eisini sum yrkjara einum sangi, og annars hava eitt nú Steintór Rasmussen, Martin Joensen og Eyðun Nolsøe skrivað tekstir til sangirnar.
Innspælingarnar verða sermerktar á tann hátt, at fløgan skal útgevast á føroyskum og enskum máli. Her í Føroyum koma vit helst at læra sangirnar at kenna á føroyskum, men Hallur Joensen spælir nógv uttanlands, og har skal enska útgávan tæna sínum endamáli.
Upptøkurnar verða gjørdar í Starstruck upptøkuhølunum í Nashville, sum er størsta studio har á leiðini.
Hallur Joensen vónar, at nýggja útgávan kemur út síðst í árinum.
Útgávur hjá Hallur Joensen
Pickin’ Time in Nashville (2008)
Smile (2009)
Enn stendur hurð mín opin (2011)
Hallur with Stars and Legends (2013)
Cozy Cowboy (2015)
Lívið er ein lítil løta (2015)