Herfyri gav Hallur Joensen út sang á donskum máli. Sangurin er áður útgivin á føroyskum og enskum máli, og kendi skemtarin Jacob Haugaard hevur týtt tekstin til danskt.
Sangurin kallast á donskum ”Sos fra mig” og hevur verið nógv spældur á útvarpsrásini P5 hjá Danmarks Radio.
Hesa vikuna er sangurin eisini komin inn á hitlistan Dansktoppen. Sangurin liggur nummar 3.
Lurtarar á P5 hava ávirkan á listan, tí teir kunnu atkvøða umvegis sms-boð fyri sangunum, sum eru á listanum.