Hallur Hansson spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Vejle skuldu verja eina 5-1 leiðslu frá fyrru fjórðingsfinaluni í steypakappingini móti Kolding á útivølli.
Sjálvt um Kolding spælir í triðbestu deildini, so er talan um eina grannauppgerð, og tær kunnu vera strævnar.
Hetta fekk Vejle at sanna eina løtu í kvøld tá Kolding aftaná 50 minuttir var á odda 2-0 við tveimum málum, ið Thomas Mikkelsen skoraði.
Men minuttin aftaná fekk Allan Sousa minka um munin til 2-1, og harvið ein samlaðan mun uppá 3-6 til Vejle.
Í Kolding eru tey stolt av sigrinum á heimavølli, men teir í Vejle eru teir sum kunnu gleða seg til at spæla tvær hálvfinalur komandi vár aftaná ein samlaðan 6-3 fjórðingsfinalusigur.