Hallur og Atli kavaðir inni

Flestu dystirnir í Skotlandi eru útsettir og tað merkir, at Hallur Hansson og Alti Gregersen nú kunnu brúka vikuskiftið at keypa jólagávur ella gera kavamenn.

 

Fyrr í vikuni gavst venjari í Aberdeen, sum stutt frammanundan hevði givið Halli sína debut á besta liðnum. Nú kunngerð heimasíðan hjá teimum, at tað verða Neil Cooper og Neil Simpson, sum koma at standa á odda fyri liðnum fyribils, meðan leitað verður eftir nýggjum venjara.

 

Dysturin hjá Atla og Ross County er útsettur til 14. desembur.