Í ÍtróttarSosialinum, sum kom á gøturnar í gjár saman við Sosialinum, er samrøða við fimm føroysk ítróttarfólk. Millum annað verður spurt um tey hava eitt nýggjarlyfti.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Eitt av teimum meiri sjáldsomu kom frá landsliðsmiðvallaranum, Halli Hansson. Hóast hann til dagligt brúkar beinini til at spæla fótbólt, so eru tað ting, ið hann ikki dugur.
- Eg havi lovað damuni, at læra at dansa, sigur Hallur Hansson millum annað.
Tey verða eisini spurd um árið, ið fór, og um vónirnar fyri 2017. Tey fimm spurdu eru Eyðvør Klakstein, Kaj Leo í Bartalsstovu, Torkil Veyhe, Sára Nysted og Hallur Hansson.