Landsliðið hevði fyrrapartin í gjár sína seinastu venjing undan HM undankappingarlandsdystinum móti Sveis, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkna 19.45. Hallur Hansson hevur spælt fleiri avgerandi dystir fyri AC Horsens í seinastuni. Í kvøld tekur hann seinasta takið í hesum kappingarárinum.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin
- Tað hevur verið hart, tí vit hava spælt fleiri finalur, men at spæla fyri landsliðið er eisini ein finalan. Tá ert tú altíð klárur, sigur Hallur Hansson, sum tó gleðir seg til at fáa eina summarferiu aftaná.
AC Horsens vann í avgerandi dystinum í upp- og niðurflytingarstríðnum á Vendsyssel, sum hevur René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen í hópinum. Fyrrnevndi heldur ikki fram í felagnum.
Í kvøld verður væntað, at Hallur Hansson kemur at spæla á einum tveymans miðvølli saman við Fróða Benjaminsen. Í Horsens hevur hann annars spælt nógv á vinstra kanti, men seinastu dystirnar hevur hann verið á miðvøllinum.
- Eg havi altíð spælt á miðvøllinum uttan seinastu mánaðirnar, so tað passar mær væl, sigur Hallur Hansson.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Í SportBoxini, sum verður á Rás2 millum 10 og 12, verður upptakt til landsdystin. Sent verður beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 19.
Vit gita liðið: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Gilli R. Sørensen – Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.