Hallur Joensen í Vestmanna í morgin

Countrykongurin og Vestmanna kirkjukór fara at framføra í Vestmanna kirkju klokkan 19 í annaðkvøld.

Eitt afturvendandi tiltak í Vestmanna kirkju er tann vælumtókta adventskonsertin, sum kirkjan skipar fyri saman við Vestmanna Kirkjukóri.

 

Sunnudagin 2. desember, sum er fyrsti sunnudagur í advent - og tað er í morgin - verður konsert í Vestmanna kirkju, har Vestmanna Kirkjukór á hvørjum ári fær nýggjar gestasangarar at hjálpa sær.

 

Í ár hevur kórið fingið countrykongin, Hall Joensen, at luttaka, og tí eru øll tekin um, at hetta verður ein hugnalig løta í Vestmanna kirkju, sum byrjar í annaðkvøld 19.

 

- Drekkamunnur og rísálamande verður at fáa í kirkjukjallaranum eftir forvitnisliga konserttiltakið, verður sagt úr Vestmanna.