Fyri fyrstu ferð í tíðini sum spælari hjá AC Horsens, verður tað onkur annar enn litríki Bo Henriksen, ið skal rópa eftir Halli Hanssyni og hansara liðfeløgum frá bonkinum.
Eftir júst farna kappingarár boðaði Bo Henriksen frá, at hann gevst eftir komandi kappingarár, tá sáttmálin við AC Horsens gongur út. Í dag hevur felagið tó sett Jonas Dahl sum nýggjan venjara og boðar samstundis frá, at Bo Henriksen er givin.
Bo Henriksen var eitt skiftið settur í samband við føroyska landsliðsvenjarastarvið. Hann er ein litrík persónligheit, sum er kendur fyri síni brøl og livandi atburð á síðulinjuni. Hann gjørdi Hall Hansson til liðskipara í felagnum og føroyski landsliðsspælarin hevur fleiri ferðir sagt, at hann og Bo finna væl útav tí.
Tað var annars Bo Henriksen, ið segði at Hallur Hansson skuldi sleppa víðari til eitt størri felag, tá føroyski landsliðsspælarin í fjør longdi sáttmála við AC Horsens. Tað skuldi bara verða tað rætta tilboðið, men nú er nýggjur venjari í felagnum. Landskappingin í Danmark byrjar fríggjadagin 11. septembur.











