Hallur Hansson til AaB

Føroyski landsliðsmiðvallarin skiftur til danska AaB. Talan er um ein leigusáttmála, sum er galdandi fyri restina av árinum. AaB hevur møguleika at gera skiftið endaligt.

 

Hallur Hansson var fyrr í ár og vandi við Superligaliðnum og teir eru glaðir fyri tað teir sóu. Hallur Hansson byrjaði inni, tá Føroyar fyri kortum spældi venjingardyst móti Íslandi og hevur í ár spælt við HB.

 

- AaB hevur gjørt ein leigusáttmála við Hall Hansson. Avtalan inniber eisini, at AaB kann gera skiftið endalig tá leigusáttmálin gongur út, sigur Jákup Í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Halli.

 

Hallur Hansson er fjórði føroyingurin í Aalborg felagnum. Undan honum hava Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen og Pól Jóhannus Justinussen verið í felagnum.