Hallur Hansson á Viasat Sport 1 í kvøld

Danska ítróttarkanalin vísir dystin Viborg-Vendsyssel, sum byrjar seint seinnapartin

Frá klokkan 17.15 í dag kunnu tey, sum hava atgongd til sjónvarpsrásina Viasat Sport 1 síggja føroyska landsliðsspælaran, Hall Hansson og liðfelagar hansara í Vendsyssel FF dystast á útivølli í tí næstbestu donsku fótbóltsdeildini ímóti Viborg FF.

 

Viborg er greitt oddalið í næstbestu fótbóltsdeildini, meðan Vendsyssel liggur á fjórða plássi við 34 stigum, so heimaliðið er ein greiður favorittur í hesum dystinum, sum er dystur nummar 24 av 33 dystum hjá báðum liðum í næstbestu fótbóltsdeildini.

 

Støðan í oddinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini :

 

1. Viborg 50 stig

2. AGF 41 stig

-----------------

3. Lyngby 39 stig

4. Vendsyssel 34 stig

5. Horsens 33 stig