TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Hall Hansson, miðvallara á føroyska landsliðnum aftaná 0-2 tapið ímóti Kosovo í venjingardysti í Frankfurt í Týsklandi í kvøld.
Hallur Hansson er vónbrotin um tapið, og hann slær fast, at hevði hann ikki verið so móður, so hevði hann javna til 1-1 ímóti dystarenda. Hallur Hansson heldur, at føroyska landsliðið hevur somikið góðar bóltspælarar nú, at meir átti at verið komið burturúr ímóti Kosovo í kvøld.
Hallur Hansson heldur kortini, at talan var um eina góða test til HM-undankappingina, har Føroyar koma at møta liðum, sum koma at standa kompakt í verjuni.










