Skrivað hevur: Símun úr Konoy
Síðani countrykongur Føroya, Hallur Joensen, flutti til Danmarkar fyrr í ár, hevur hann havt úr at gera hvat tónleikinum og sanginum viðvíkur.
Millum annað hevur hann seinastu ellivu vikurnar kappast við aðrar kendar danskar stjørnur á dansktoppinum hjá DR.
Og væl hevur gingist. Síðani byrjan hava hann og Fede Finn & Funny Boyz dystast um fyrsta plássið á væl umtókta toppinum.
Fleiri ferðir hevur hann ligið á fyrsta plássi við sanginum ”S.O.S. fra mig”, men í seinastuni eru tað Fede Finn & Funny Boyz, ið hava yvirhálað hann við sanginum ”Ren røv at trut’ i”, og er hann sostatt nummar tvey aftur hesa vikuna.
Dansktoppurin hjá Danmarks Radio verður sendur hvønn leygardag aftaná døgurða á P5.