Hallur beint frá hjartanum

Totalt professionellur og við hjartanum við í hvørjum tóna legði Hallur Joensen enn einaferð allar country fjepparar fyri sínar føtur


Hóast Eyðun og Terji framvegis spældu á Vágsbøi, var Flagstjaldið longu stúgvandi fult av fólki, tá nýggi føroyski countrykongurin, Hallur Joensen, trein á pallin um hálvgum níggjutíðina leygarkvøldið. 



Í góðum hondum

Lítil ivi er um, at hetta var løtan, mongu country fjeppararnir høvdu bíðað eftir. Og tey gjørdust ikki vónsvikin. Enn einaferð prógvaði sjarmerandi klaksvíkingurin, hvussu langt tað røkkur, tá professionalisma og kensluborna country huglagið ganga upp í eina hægri eind.

Við løgum sum ”Give my love to Rose” hjá Johnny Cash fekk Hallur Joensen fjøldina at liva og vagga við – summi í onkrum, ið mest líktist einum kjálkadansi. 


Og meðan sterka røddin hjá Halli Joensen fekk ”Seven Spanish Angels” hjá Wille Nelson at runga út í hvønn krók, manglaði lítið í, til løtan gjørdist ársins besta country- og dansikvøld hjá mongum.

Sermerkti róligi og altíð professionelli framburðurin hjá Halli Joensen gav eina tryggja kenslu av, at tónleikararnir aftanfyri hann vóru í góðum hondum.

Ikki tí vandi nakrantíð var á ferð, tí við sær á palli leygarkvøldið hevði Hallur Joensen ein óvanliga væl samanspældan hóp, settur saman av so frægum tónleikarum sum Jógvan Olsen, keyboard, Ólavur Øster, gittar og sang, Høgni Klakstein, trummur, Eyðun Nolsø, bass, Jákup Zachariassen, steelgittar og Beddi Hansen, gittar og mandolin umframt Christinu Bærentsen og hennara framúr góðu countryrødd.