Føroyski country-kongurin, Hallur Joensen, er ein væl kendur og umtóktur sangari í Føroyum, Íslandi, Noregi, Hálandi og í øðrum londum við, men í Danmørkini er hann nærum ókendur - hóast hann fyrr hevur verið búsitandi har í 16 ár.
Hví svá er, veit hann ikki rættiliga, men hann hevur sett sær fyri, at nú skal vend av álvara koma í.
Fyrr í vikuni var hann tískil á vitjan í hølunum hjá P5 hjá DR, har Peter Steen í sendingini ”Peters verden” hevði eina samrøðu við kenda føroyingin.
Samrøðan, ið vardi í ein heilan tíma, gekk avbera væl, og líka síðani hevur hann javnan verið spældur á P5, og lítil ivi man vera um, at hetta verður glíðibreytin hjá honum inn á stóra danska marknaðin.
Royndir vísa, at tað í flestum førum eru tey tilkomnu, ið lurta eftir countrytónleiki. Í Føroyum er einki sokallað seniorradio. So er ikki í Danmørkini, har hópin av lokalum útvarpum frá morgni til myrkurs senda tónleik til tey ungu, ið eru vorðin eitt sindur eldri.
Hvat DR viðvíkur, er tað sum frálíður bert P5, ið hevur country, 60’ara og 70’ara tónleikin ovast á breddanum.










