Halloween á Húsarhaldsskúlanum

Nú ein dagin stukku Britney Spears, Michael Jackson, Pamela Anderson inn á gólvið og í gjár hildu tær Halloween í besta amerikanska stíl. Nei, hugflogið hjá gentunum á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík feilar onki, nú árligu evnisdagarnir standa á tímatalvuni

Ormagrýta við grønum larvum, gulum tonnum, blóðeggum og frystum heila omaná. Ljóðar kanska ikki so freistandi, men væl smakkaði vildu genturnar á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík verða við, tá tær í gjár borðreiddu við hesum forvitnisliga Halloween-døgurða. Og skuldi onkur ikki verið komin í rætta Halloween-huglaði var bara at fara inn í Halloween-skrýddu stovuna, har svørtu veggirnir og ovurstór eiturkoppaspinn nokk skuldu syrgja fyri, at óhugnin breiddi seg.
Evnisdagar
Serligi Halloweendagurin var liður í árligu evnisdøgunum sum hava staðið á tímatalvuni á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hesar dagarnar. Sigast má, at næmingarnar hava latið hugflogið reika víða bæði í tíð og stað við bæði Indianara-degi, Hollywood-degi og mín sann eisini einum UFO-degi. À Hollywood degnum komu ongi minni enn Elvis, Justin Timberlake, Britney Spears og Pamela Anderson spákandi eftir reyða leyparanum, og til UFO løtuna vóru allir næmingarnir klæddar út, sum rættar UFO verur við bert trimum fingrum!
Hóast hugflogið spælir ein stóran leiklut á evnisdøgunum, skal skil verða í. Dagarnir skulu nevniliga enda við eini uppgávu um, hvussu matur og annað var gjørt, og tá verður so mett um, um næmingarnir nú eisini hava brúkt tað, tær hava lært á skeiðnum.
Skeiði á Húsarhaldsskúlanum endar 24. februar. Tá verður farið undir at leggja eina ætlan fyri skeiðini í summar, sum øll hava høvi at tekna seg til.