Hallið á fíggjarlógini nærkast 600 milliónum

- Støðan er sjálvandi álvarsom, men hon er ikki hættislig á nakran hátt, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum. Nýggjar metingar siga frá minni inntøkum næsta ár Tey nýggjastu tølini vísa, at inntøkurnar hjá tí almenna nú verða mettar 280 mió. kr. lægri enn í uppskotinum til fíggjarlóg, sum var lagt fyri Løgtingið síðst í september.

Hetta vildi broytt úrslitið av framlagda uppskotinum frá sept. úr 244 mió. kr. í halli til 570 mió. kr. í halli.

- Umframt at vit nú merkja fyrstu avleiðingarnar av búskaparkreppuni rundan um

okkum, so dragast vit í løtuni eisini við eina stóra afturgongd í okkara høvuðsvinnu, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Vit hava ein sterkan búskap, sum tolir hall á fíggjarlógini ? bæði eitt og tvey ár.

Umráðandi er, at vit nú vísa styrki og tolni til at møta hesum stóru avbjóðingum. Støðan í dag kann als ikki samanberast við støðuna, vit høvdu fyrst í 90´árunum, tí gjaldførið hjá tí almenna er gott, og tað almenna hevur onga nettoskuld.

Jóannes Eidesgaard sigur, at kjarnutænasturnar hjá tí almenna skulu hin vegin standa øllum í boði, og tað verður eisini ein almenn skylda at halda eitt ávíst virksemi runt um í landinum.

- Tí góðtaka vit eitt hall í eina tíð. Støðan er sjálvandi álvarsom, men hon er ikki hættislig á nakran hátt, sigur landsstýrismaðurin.