Hallby vann ein kærkomnan sigur

Aftaná fýra tap og tveir javnleikir í seinastu seks dystunum kunnu Pætur Mikkjalsson og Rói Ellefsen á Skipagøtu fegnast um ein sigur

So brast fyri nev aftur hjá Pæturi Mikkjalssyni, Róa Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Hallby. 

 

Aftaná tveir javnleikir og fýra tap í teimum seks undanfarnu dystunum eydnaðist tað Hallby í kvøld at vinna ein kærkomnan sigur á heimavølli í Jönköping.

 

Hallby vann í kvøld 31-30 á Lugi. Í steðginum var Hallby á odda 17-15.

 

Hallby er triðaftast í deildini við 14 stigum. Tað sum er sera týðandi er, at Hallby nú hevur átta stig niður til Aranäs á aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.

 

Í løtuni liggur Hallby til at skula spæla tveir dystir móti einum liði úr næstbestu deildini um at sleppa undan niðurflyting. Hallby er tó bert tvey stig frá tíggjunda plássinum, ið hevði merkt, at liðið hevði klárað frísak. AMO hevur 16 stig á tíggjunda plássinum.

 

Rói skoraði trý mál og legði upp til tvey mál í kvøld. 

 

Komandi mikukvøld spælir Hallby á útivølli móti júst Aranäs, og fáa teir stig í tí dystinum sær gott út at sleppa undan aftasta plássinum í deildini.