Hall upp á 11 milliónir

Maru Seafood hevði eitt vánaligt ár í 2007. Stjórin roknar við, at 2008 eisini fer at geva hall Maru Seafood, sum er eitt av størstu fiskivinnusamtøkunum í landinum, er eisini hart rakt av tungu gongdini í høvuðsvinnuni.

Stjórin, Jóhan Páll Joensen, staðfesti á Rás2 í dag, at samtakið í fjør hevði eitt undirskot á 11 milliónir krónur.

Tey trý virkini, sum felagið rekur í Klaksvík og á Eiði, hava út við 200 fólk í arbeiði, og einir 100 mans eru knýttir at teimum átta skipunum hjá Maru Seafood.

Ein av fyrstu døgunum verður aðalfundur í Maru Seafood. Og tað verður ein døpur staðfesting av árinum í fjør, sum Jóhan Páll Joensen tá fer at leggja fyri eigararnar.

Stjórin í Maru Seafood, hevur ikki góðar vónir fyri árið í ár. Hann roknar við, at Maru Seafood eisini í 2008 kemur at hava undirskot.