HALLÓ Símun Hammer

... búsitandi á Toftum og stjóri í fyritøkuni Virkisráðgeving hevur altíð nokk at takast við.

Hesar seinastu dagarnar, vikurnar og mánaðirnar hevur eitt tiltak tó serliga tikið nógv av hansara tíð: Faroexpo, sum í hesum døgum verður hildið í Runavík.

Tiltakið er skipað í tvey - ein afturlatin partur sum bert vendir sær til føroyskar og útlendskar fyritøkur, ið ynskja at hitta hvørja aðra. Og ein almennur partur, har eisini onnur fáa høvið at lurta eftir fyrilestrum og tosa saman.

Tað er skipað soleiðis fyri, at starvsfólkini á Virkisráðgeving taka sær av einum stórum parti av tí praktiska arbeiðinum í samband við Faroexpo. Men fyri Símun Hammer eru hetta góðir dagar.

- Ja, tað hava verið strævnir dagar. Men tá ein sær ta vaksandi undirtøkuna, so kann ein ikki annað enn fegnast, sigur hann.

Hetta er sjeynda árið á rað, at Runavík er vertur fyri hesa stevnuna, og undirtøkan er bara vaksin ár undan ári.

- Fyrsta árið vóru vit bara 30, men í dag eru vit 65, harav tær allarflestu eru føroyskar, slær Símun Hammer fast.