Halló, Rólant!

Halló hevur sett Rólanti Poulsen, borgarstjóra í Eiðis kommunun, nakrar spurningar:

Hvat merkir tað, at skuldin hjá Eiðis kommunu nú er størri enn ein álíkning?

- Tá ein kommuna skyldar minni enn eina álkning, avgerð kommunan sjálv sín íløgukarm. Tað, sum bygdaráðið tá er samt um, verður vanliga góðkent í Fíggjarmálaráðnum. Men tá skuldin fer yvir eina álíkning, kemur kommunan mest sum undir umsiting og ger ikki sjálv av, hvørjar prioriteringarnar verða.
Rólant Poulsen sigur, at Eiðis kommuna soleiðis hevur verið noydd at halda aftur í verkætlanin við nýggja fótbóltsvøllinum fyribils.

Nær væntar tú, at kommunuskuldin aftur kemur undir eina álíkning?

- Vit liggja í løtuni einar tvær miljónir krónur yvir eina álíkning, men skattainntøkurnar í ár eru størri enn seinasta ár. Eg vóni tí, at myndin verður broytt, soleiðis at inntøkurnar eru størri og skuldin minni enn ein álíkning, tá vit eru komin út í helmingin av 2011.

Hvussu stór er ein álíkning í Eiðis kommunu?

- Ein álíkning liggur um slakar 19 miljónir krónur, og skuldin í dag liggur beint undir 21 miljónir krónur, harav langfreistaða skuldin liggur um 12 miljónir krónur.

Rólant Poulsen sigur, at Felagsskúlin á Oyrarbakka er vorðin nógv dýrari enn ætlað, eins og útbyggingin av Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, sum kommunan eisini er partur av, eisini er vorðin nógv dýrari enn ætlað.