Hall og skuld avmarka amerikonsku ávirkanina

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur, at tað stóra hallið á amerikonsku fíggjarlógini og tann stóra skuldin hjá tí almenna kunnu máa støðið undan landsins diplomatisku megi og ávirkan.

-Vit kunnu ikki halda fram við verandi halli og skuld, uttan at tað fer at virka avmarkandi, tá truplar avgerðir skulu takast, segði Hillary Clinton á einari ráðstevnu í New York.

Hon segði, at USA hevur ikki mist megi og ávirkan, men at landið noyðist at brúka sína ávirkan á øðrum økjum. Samstundis er tað diplomatiska virksemið skipað sum ein samanrenning millum verju, menning og búskap, segði hon.