HALLÓ - Jákup Sólstein

Jákup Sólstein, sum gevst í starvinum hjá JFK, har hann hevur verið í 52 ár

Hvussu kennist tað at hava havt tín seinasta arbeiðsdag hjá JFK?

- Tað kennist ikki serliga væl, men einaferð skal mann gevast. Eg gjørdi av, at tá eg fylti 70 ár, skuldi eg gevast, og tað havi eg nú gjørt.


Hvat hevur verið tann størsta hendingin hjá JFK hesi árini?

- Tað tori eg ikki at siga, men síðst í 50’unum komu línubátar, og mitt í 60’unum hevði fyritøkan tríggjar trolarar og tríggjar línubátar seinni í 60’unum, so tá var sera nógv virksemi í felagnum.


Hvat hevur verið tað keðiligasta hesi árini?

- Krepputíðin í Føroyum í 90’unum rakti eisini JFK, og tá fór nógv fyri bakka, men tíbetur kom gongd á tað mesta av virkseminum aftur í Klaksvík.


Hvussu kennist tað, at tú ikki skalt aftur til arbeiðis hjá JFK?

- Nú havi havt tíð at hugsa um tað. Eg eri glaður fyri, at eg kláraði at arbeiða, líka til eg varð 70 ár, og eg eri avkláraður við, at eg nú gevist.