Halgir er sonur Kristionnu, ættað av Tvøroyri, og Niels Winther Poulsen, sum var úr Skopun. Halgir er tó føddur í Sumba, har Niels var lærari eitt skifti. Seinni fluttu tey tó til Skopunar, og Halgir gjørdist tískil skopuningur. Teir eru tríggir beiggar. Umframt Halgir eru teir Jóan Hendrik og Mortan.
Halgir er av góðum “sjálvstýrisslag”. Pápi hansara var landsstýrismaður fyri sjálvstýrisflokkin 1959-1967. Abbin Jóan Hendrik, Dikkurin kallaður, var tingmaður fyri flokkin í nógv ár. Hann umboðaði Sandoynna og bardist eisini fyri sítt valdømi. Fyrst í 1900-talinum virkaði hann fyri, at sanatoriið, sum varð bygt í Hoydølum, skuldi byggjast við Sandsvatn.
Aftaná at hava fingið prógv sum løgfrøðingur arbeiddi Halgir nøkur ár í Danmark. Hann arbeiddi eisini hjá sjálvum Mogens Glistrup, sum doyði fyri kortum. Halgir hevur alt gott at bera Glistup. Glistrup var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og tá fingu teir eitt prát um gamlar dagar.
Halgir kom í 1967 til Føroyar og fór at arbeiða hjá Leivur Lützen og Demmus Hentze. Demmus virkar enn sum advokatur fleri og 80 ára gamal.
Tað er nógv broytt innan sakførarayrkið hesi 40 árini. Tá vóru teir tríggir advokatar á skrivstovuni, nú eru teir átta. Og so fyri ikki at tala um broytingina, síðan Alberg Weihe sum fyrsti sakførari í Føroyum fyrst í hini øldini rýmdi av landinum aftur, tí tað vóru ov fáar sakir!
Halgir hevur verið ein virdur advokatur. Men hann hevur eisini gjørt seg galdandi á fleiri týðandi økjum.
Nú oljuævintýrið møguliga er við at nærkast skal nevnast, at tað var Halgir, sum var ráðgevi í samband við samráðingarnar við danir um undirgrundina. Her var so væl grundgivið og undirbygt, at danska stjórnin sum frá leið ongan annan útveg sá sær enn at gevast á hendur. Sjálvur sigur Halgir, at hetta helst er tann mest spennandi uppgáva, hann hevur havt.
Seinni var hann eisini við í samráðingunum um undirgrundarmarkið við Bretland. Her stóð eisini leingi nógv á, men so loysnaði, og tað fekst ein semja, sum øll eru fegin um.
Undir hesum samráðingum var verulig kreppa var í landinum og í landskassanum. Halgir var biðin um at fara til Íslands at umboða Føroyar í samráðingum um Rock All. Men tað var so lítið av peningi í landskassanum, at hann mátti sjálvur leggja ferðaseðilin út uppá at fáa peningini aftur, tá ið peningur aftur var kassanum!
Halgir hevur eisini í øðrum málum verið nýttur sum ráðgevi hjá tí almenna. Um tað hevur verið lurtað eftir hansara ráðum hevur valdast eitt sindur, um hetta hevur hóskað politisku áhugamálunum. Har hetta ikki hevur verið gjørt, hava eftirfylgjandi rættarmál kortini givið honum rætt.
Nú Halgir er farin um pensjónsaldur, er hann blivin dómari. Hann er enntá fyrsti føroyskt setti dómarin, nevniliga í fasta gerðarrættinum, sum skal taka støðu í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er í hvussu er eitt øki, har tað ber til at hava álit á føroyskari løgfrøði.
Afturat hesum umboðar hann almenningin í fjølmiðlanevndini. Hetta eru alt øki, har tað er brotið upp úr nýggjum, og avbjóðingarnar eru har eftir. Men at fáa broytingar í hugburðinum hjá føroyskari pressu man fara at taka sína tíð.
Halgir hevur eisini verið virkin á øðrum økjum. Hann var í mong ár formaður í føroysku deildini av Amnesty International, og her gjørdi hann eitt eisini eitt stórt arbeiði. Hann eigur sín part í tí, at føroyska deildin í mun til fólkatalið er ein tann størsta yvirhøvur. Halgir hevur annars sama føðingardag sum gamla Amnesty-kempan Anette Wang, sum doyði 90 ára gomul fyri nøkrum árum síðani.
Halgir er giftur við Ásu f. Ellefsen úr Miðvági. Hon arbeiðir sum sálarfrøðingur. Tey eiga børnini Niels, Elin, Kristionnu og Jógvan Elias. Væl hevur Halgir dugað at alt síni børn. Trý teirra eru løgfrøðingar, og eitt av teimum er eisini gift við einum løgfrøðingi. So tað er ikki ringt at gita, hvat tey tosa um, tá ið familjan kemur saman!
Hetta er annars ein politiskt sera fjølbroytt familja. Eina tíð hevði Halgir tríggjar svágrar í tinginum fyri tríggjar ymiskar flokkar. Pauli í Sambandsflokkinum, Svend Åge í fólkaflokkinum og Jóannes í javnaðarflokkinum. Men eingin av teimum fekk umvent Halgir. Sjálvur umboðar hann ta nýhugsan í politikki, at tingmenn skulu veljast við lutakasti! Hann hevur so rætt í tí, at verri hevði tað ikki blivið!
Vit hava kenst í eini 40 ár. Tá var Halgir ein av teimum yngru advokatunum, nú er hann í eldra ættarliðnum. Halgir hevur ofta verið hollur í ráðum.
Annars kann eisini sigast, at tað er fáur sum dugur so væl at útgreina løgfrøðisligar spurningar so væl sum Halgir. Hann ger tað á ein slíkan hátt, at fólk skilir tað.
Vit ynskja tillukku og vænta avgjørt at frætta frá Halgir framyvir.
ó.