TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Halgir Dahl Olesen, sum er annar av venjarunum hjá H71, aftaná fyrru hálvfinaluna í Coca Cola steypakappingini millum KÍF og H71, sum KÍF vann 23-21 (10-11).
- Hetta var ikki tað vit ætlaðu, men her er eingin panikkur. Hetta er bara tann fyrsti dysturin av tveimum, slær Halgir fast.
Hann fer saman við hinum venjaranum, Petur Mittún at hava eina taktiska venjing komandi leygardag í Hoyvíkshøllini fyri at brynja spælararnar hjá H71 best møguligt til seinnu hálvfinaluna ímóti KÍF, sum verður leikt í Hoyvíkshøllini, sunnudagin klokkan 17.











