Hettar er onnur haldførisframrokningin fyri føroyska búskapin, tann fyrra er frá várinum 2015. Haldførisúrtrokningar langt fram í tíðina eru heftar við einari ávísari ósikkurheitt, fortreytir kunnu broytast.
Haldførisavbjóðingin í føroyska búskapinum er stór. Tað er gott at Búskaparráðið hevur fingið orku at kunna gera hesar framrokningarnar. So er at vóna, at vit kunnu fáa eitt orðaskifti í lag sum fyriheldur seg til avbjóðingarnar, og sum konstruktivt arbeiðir fram móti tillagingum av búskapinum, soleiðis at land og kommunur kunnu loysa tær vælferðaruppgávur, sum standa fyri framman.
Tað verður brúk fyri fleiri greiningum av samlaða samfelagsbúskapinum, soleiðis at støða kann takast til loysnir, sum kunnu peika rætta vegin fyri at hjálpa um betran av haldførinum.
Her verður eisini neyðugt at hyggja eftir kommunala strukturinum. At samanlegging av kommunum átti at verið eyðsæð. Serliga tá hugsað verður um, at stóri útreiðsluvøksturin komandi árini verður hjá kommununum. Landið má gera ein nýggjan fíggingarleist til kommununar.
Undirritaði var limur í grønlendska búsparráðnum í 2009/10, har Søren Bo Nielsen sáli var formaður. Vit fingu gjørt eina halførisframrokning fyri grønlendska búskapin. Haldførismodellið tók útgangspunkt í Blanchard-modellinum. Tíðarskeiðið var fram til 2040. Haldførisindikaturin var ca. -7. Í 2013 var ein nýggj útrokning gjørd sum vísti ein haldførisindikatur upp á 5,75%. Munurin stavaði mest frá, at man valdi 2015 sum konjunkturneutralt ár í framrokningini.
Grønland hevur fingið útviklað eitt nýtt modell fyri at útrokna haldføri. Tað er danski stovnurin DREAM, sum hevur staðið fyri at útvikla modellið. Sum tað framgongur av føroysku haldførisútgávuni, so er hon tillagað frá grønlendska modellinum.
Vert er at hefta seg við, at framrokningin av grønlendska búskapinum frá 2021 gevur ein haldførisindikatur upp á 5,4%, t.v.s at grønlendski almenni búskpurin skal tillagast við 1.064,8 mio.DKK í 2019-niveau. Framrokningin byggir á eina fólkatalsframskriving til ár 2100. Tað skal viðmerkjast, at fólkatalsframskrivingin er fram til 2050, og frá 2050 til 2100 er ein konstantur.
Nýtt føroyskt búskaparráð varð valt við ársbyrjan 2013. Skrivarauppgávan var flutt úr Landsbankanum, sum tá var niðurlagdur, og yvir á Setrið. Undirritaði varð valdur formaður í Búskparráðnum. Á heysti 2013 var avgjørt at fara undir at gera eina haldførisframskriving.
Vit høvdu gott samband við starvsfólkini í danska og grønlendska búskaparráðnum. Frágreiðingin var løgd fram á vári 2015. Frágreiðingin fekk nakað av umtalu, og hugtakið haldføri beit seg fast. Umframt vit í okkara hálvárligu búskaparfrágreiðingum vístu til haldførisavbjóðingina, so er ikki nógv annað kjak verið. Tað skal sigast, at Jón Joensen hevði eina viðkomandi grein um aldursamsetingina í føroyska samfelagnum í Dimmalætting fyri nakað síðani.
Haldførisframrokningin bygdi á Blanchard-modellið, og var roknað fram til 2051. Haldførisindikaturin var -5, og konjunkturneutralt basisár fyri útrokningina var 2012.
Nú er komin ein nýggj haldførisframskriving. Hon byggir á eitt modell, sum er tillagað frá grønlendska modellinum, og sum er ment av DREAM. Basisárið fyri nýggju framskrivingini er 2018. Meðan frágreiðingin frá 2015 bygdi á eina fólkatalsframskriving við einum slutttári, 2051, so er nýggja framskrivingin ein sonevnd óendalig framskriving. Her kemur man fram til ein haldførisindikatur sum er -9.
Við einum BTÚ upp á 20 mia DKK versnar haldføri í fyrru haldførisframrokningini frá á leið einari milliar til nú 1,8 mia DKK.
Óendaliga framskrivingin byggir á eina framskriving av fólktalssamansetingini fram til 2062, og eftir 2062 er framskrivingin ein konstantur.
Í nýggju frágreiðingini stendur á síðu 7 og á síðu 31 hesin setningur: “Í nýggja myndlinum stavar áleið helvtin av úrslitinum frá tíðarskeiðinum eftir 2062”. Hjá okkara fólkavaldu politikkarum eru nógv ár fram til 2062.
Haldførisindikaturin við óendaligum tíðarkarmi er -9, men velur man 2062 sum sluttár, hvat verður so haldførisindikaturin?
Kann Búskaparráðið gera ta útrokningina?
Tað er greitt, at ein haldførisútrokning við einum sluttári “undirmetir” nakað haldførisindikaturin í mun til ein við óendaligum tíðarkarmi.
Sverri Hansen, cand. oecon