Halda tingfund í Klubbanum ella á Hafnia

Verður neyðugt at halda tingfund meðan tinghúsið verður umvælt, er hugsandi, at fundurin verður hildin í Havnar Klubba ella á Hafnia

John Johannessen


Fyrsta dagin verður farið undir arbeiðið at byggja um løgtingshúsið. Millum annað skulu vindeyguni skiftast, og meðan hetta arbeiðið fer fram, ber ikki til at halda tingfundir í tinghúsinum.

Tí hevur Løgtingsskrivstovan gjørt sær nakrar tankar um, hvar møguligir tingfundir skulu haldast, meðan tinghúsið verður umvælt.

Úrslitið, Løgtingsskrivstovan er komin til, er at tingfundir kunnu haldast antin í Havnar Klubba ella á Hotel Hafnia. Hesir bygningar liggja tætt at verandi løgtingshúsi og hava báðir høli, har pláss er at halda tingfund.

? Fyri at tað skal bera til at halda tingfund, er neyðugt at hava eitt høli, har pláss er fyri umleið 40 fólkum, umframt at onnur høli eisini eru nærhendis, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni.

Verður nakar tingfundur hildin meðan løgtingshúsið verður umvælt, verður hann ikki sendur beinleiðis út í luftina á rásini hjá Sjónvarpinum. Heldur ikki fer at bera til hjá tinglimum at atkvøða elektróniskt, eins og gjørt verður á vanligu tingfundunum. Men hetta metir Súsanna Danielsen ikki fara at elva til trupulleikar.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh