Fakfelagspolitikkur
? Vitan er vápn!
Skal nakar veruligur dugur vera í fakfelagsarbeiðnum, er tað ein avgjørd fyritreyt, at fakfelagsfólk eru so væl útbúgvin í fakfelagsarbeiði sum gjørligt.
Tað hevur Føroya Arbeiðarafelag ásannað og tí ger felagið eisini rættiliga nógv burturúr at halda skeið fyri fakfelagsfólki.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tey hava skeið at kalla hvønn mánað fyri teimum, sum standa á odda fyri lokalfeløgunum hjá Føroya Arbeiðarafelag kring landið.
Føroya Arbeiðarafelag er spjatt um alt landið og tí er virksemið hjá felagnum í stóran mund tengd at arbeiðnum hjá lokalfeløgunum og tí hevuyr tað alstóran týdning, at leiðslurnar í hesum feløgunum eru so væl útbúnar í fakfelagspolitikki sum gjørligt, sigur hon.
Eisini hesa vikuna er skeið í hølunum á Føroya Arbeiðarafelag, har fomenn og nevndarlimir í lokalfeløgunum hjá Føroya Arbeiðarafelag kring landið, umframt álitisfólk á arbeiðsplássum eru við, tilsamans 19 fólk. Skeiðini eru eina viku.
Hon sigur, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri at koma á skeið. Næsta skeiðið verður í næsta mánað eisini tá er fullteknað.
Undirvísarar eru Jákup Páll Mohr Mortensen, nevndarlimur í Postfelagnum og Páll Nielsen, sakførari hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Ingeborg Vinther sigur, at skeiðini eru um fundarleiðslu, samráðingarteknik, nevndarábyrgd, umframt at farið verður ígjøgnum sáttmálarnar, hvussu ymsar greinar í sáttmálunum skulu tulkast o.s.fr.
Hon sigur, at tað er týðiligt at hesi skeiðini geva úrslit.
?Fólk fáa nógv størri áhuga fyri fakfelagsarbeiðnum og tey verða eisini nógv betri før fyri at loysa trupuleikar, sum stinga seg upp kring landið og tað avlastar eisini høvuðsumsitingina hjá Føroya Arbeiðarafelag, sum so aftur fær stundir at taka sær av øðrum málum.









